Naposledy vložené
Úniková místnost Vlaková loupež
Booking

Rezervujte si pobyt. Podpoříte zpěvník a sami dostanete $ 15.

Nejčastěji prohlížené
Opomíjené

Í Gøtu Ein Dag (Eivor Pálsdóttir)

Í Gøtu ein dag har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð: Tað skramblar sum heglingsæl - luftin var klár tað ýlur av stormi - tó ei rørdist hár, klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff. Øll Gøta var paff. Øll Gøta var paff. Ei undur var í: Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast, at Trølkonufingur í liðinum brast, og Kellingin datt, hon stóð har so trygt, og Risin fekk gikt og Risin fekk gikt Nú vaknaði við hin gamli í gjónni og royndi eitt stig, men tungur var bulur og beinini veik, tó hvat gjørdi Tróndur tá mátturin sveik? Hann gandaði Geyta í grøvini lá, so Geyti stóð hjá so Geyti stóð hjá Teir heilsaðust so. Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð. Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt, eg veit ikki hvussu í Føroyum er statt. Um tingið er sett og um menn lata skatt, meg lysti at frætt. meg lysti at frætt. Tað gekk so ein tíð, og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð. "Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók um Sigmund og teg og um kalvan teg tók. Í gandi hvør maður í Føroyum er nú nógv betur enn tú. nógv betur enn tú. Teir sigla í logn, teir rógva og hava ei árar í ogn. Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág, úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá; hin "rómarski" pávin lá deyður ein dag - brátt vistu teir tað. brátt vistu teir tað. Men fólkið er smátt, og kvinnurnar detta um miðjuna brátt. Á høvdinum bera tær fjarðar og gras, og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las. Á monnum er pannan so høg, at eg sá hana aftanífrá. hana aftanífrá. Og alt letur skatt, og mjøður er bannaður - jú tað er satt. Tað mesta av jørðini fór undir kong" - Tá suffaði Tróndur: "So aftur í song! - Men sig hvat ger tingið. Nú statt ei og bín!" "Jú, teir selja grýn!" "Jú, teir selja grýn!"