Harra Pætur Og Elinborg

Valravn

Harra Pætur og Elinborg
børn vóru tey so ung
løgdu sínum ástum saman,
mong eru forløg tung.
Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær grógva væl.

”Bíða vil eg í sjey vetur
móti frænda vilja,
giftast ikki livandi manni,
um enn meg kongur giljar.”

Tekur hon allar moyggjarnar,
setir saman í ring,
tekur upp ein silvursaks,
og klippir hár umkring.

Tekur hon allar moyggjarnar
sker teim riddaraklæði,
ganga tær til strandar oman,
sum Elin fyri var.

Enntá var tad Elinborg,
dregur upp á seg glógva,
so gár hon til stýri at stá,
og ternurnar at rógva.

Úti í miðjum grasgarði,
akslar hon sítt skinn,
og so búgvin gongur hon
í høgar hallir inn.

Væl siti tær harra Pætur
og tann danska frú
plaga so allir høviskir menn
at halda sína trú?

Liv nú væl, frú Ingibjørg,
við títt elvagangi!
eg havi nú fingið mín festarmann,
eg lænti tær so leingi.


Zdroj: http://zpevnik.wz.cz