Naposledy vložené
Úniková místnost Vlaková loupež
Booking

Rezervujte si pobyt. Podpoříte zpěvník a sami dostanete $ 15.

Nejčastěji prohlížené
Opomíjené

Harra Pætur Og Elinborg (Valravn)

Harra Pætur og Elinborg børn vóru tey so ung løgdu sínum ástum saman, mong eru forløg tung. Nú lystir meg í dansin at gá, meðan rósur og liljur tær grógva væl. ”Bíða vil eg í sjey vetur móti frænda vilja, giftast ikki livandi manni, um enn meg kongur giljar.” Tekur hon allar moyggjarnar, setir saman í ring, tekur upp ein silvursaks, og klippir hár umkring. Tekur hon allar moyggjarnar sker teim riddaraklæði, ganga tær til strandar oman, sum Elin fyri var. Enntá var tad Elinborg, dregur upp á seg glógva, so gár hon til stýri at stá, og ternurnar at rógva. Úti í miðjum grasgarði, akslar hon sítt skinn, og so búgvin gongur hon í høgar hallir inn. Væl siti tær harra Pætur og tann danska frú plaga so allir høviskir menn at halda sína trú? Liv nú væl, frú Ingibjørg, við títt elvagangi! eg havi nú fingið mín festarmann, eg lænti tær so leingi.